
Veðrið hevur verið eitt sindur keðiligt hetta vikuskiftið, og tað hevur løgreglan eisini merkt, tí lítið av fólki hevur verið at sæð í náttarlívinum, og hevur vikuskiftið verið stak friðarligt, verður sagt av politistøðini í morgun.
Løgreglan hevur verið runt og vitjað skeinkistøðini kring landið, og har var alt í lagi. Í nátt máttu vit flyta klokkuna fram, og hóast skeinkistøðini mistu ein tíma, lótu tey kortini aftur, tá tey áttu, sigur vakthavandi á politistøðini.
Løgreglan mátti í nátt út til eina privata veitslu at biðja fólk um at dempa tónleikin, tí at grannar høvdu gramt seg um hetta. Eisini mátti løgreglan koyra ein fullan mann til hús.
Í morgun varð ein bilførari eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Norðoyartunnlinum. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald