Innanlands

Stakkurin fekk ársins herðaklapp frá Sunda kommunu

Á setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Stakkurin fekk heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022” frá Sunda kommunu

2022-09-09 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir byrja.

Í ár hevði trivnaðarnevndin valt at felagið handan Stakkin skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022”. Grundgevingin fyri at geva Stakkinum heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:

Ársins herðaklapp 2022 fær Stakkurin, fyri at vera ein virkin og savnandi felagsskapur í nærumhvørvinum. Felagsskapurin lýsir kommununa frá síni allar bestu síðu, varðveitir siðbundna mentan og gevur nógv aftur til nærumhvørvið. Í nógv ár hevur felagsskapurin savnað pening inn, sum tey síðani geva út aftur til góð endamál í nærumhvørvinum, millum annað bygdarhúsið. Felagsskapurin knýtir bygdafólkið, vitjandi og kommununa saman til eitt, og hetta hevur stóran týdning fyri okkum í Sunda kommunu.

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 kr. og ein gáva úr føroyskum gróti, sum myndar Stakkin.

Jógvan Magnussen, formaður í felagnum, tók ímóti heiðrinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder