Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu. Mentanardagarnir eru, sum kunnugt, avlýstir orsaka av COVID-19, hetta er tó ikki galdandi fyri Staksdagin.
Leygardagin 19. September verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.
Í ár eru 13 seyðir at taka, 2 veðrar, 4 ær og 7 lomb.
Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin súpan til fjallfólkið. Síðan verða 4 seyðir flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.
Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.
Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftaná uppboðssøluna.
Allur dagurin verður sjálvandi merktur av COVID-19, leiðreglar um frástøðu vera sjálvandi hildnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald