Innanlands

Standmynd av Elinborg Lützen avdúkað seinnapartin

Standmyndin kemur at standa omanfyri Faktorshúsini í Klaksvík, har listakvinnan varð fødd og vaks upp

Økið, har standmyndin kemur at standa (Mynd: Klaksvíkar Kommuna)

Økið, har standmyndin kemur at standa (Mynd: Klaksvíkar Kommuna)

2019-09-24 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, hevur tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað verkætlanini væl. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina.

  

SKRÁIN FYRI TILTAKINUM

Byrjað verður kl. 16.30 uppi við standmyndina, sum stendur omanfyri Faktorshúsini

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Brynhild Danielsen avdúkar standmyndina

 

Farið verður í Spaniastovu kl. 17.00, har røður og sangur verður

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Signhild V. Johannesen, forkvinna í verkætlanarbólkinum

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa

 

- KATA syngur


- Karin Kjølbro hugleiðir um Elinborg Lützen

- Andras Sólstein, savnsleiðari

- Hans Pauli Olsen, myndahøggari


- KATA syngur


- Nils Ohrt, listfrøðingur

- Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini 


Boðið verður til ábit. 


Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen verður at síggja í Spaniastovu.

Henda framsýning kann síggjast fram til fríggjadagin 27. september. Tá er inngongdin umvegis Leikalund, sum hevur opið frá kl. 13 – 17 hesar dagar.

Her ber til at lesa meira um, hvør Elinborg Lützen var

- Klaksvíkar Kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder