Innanlands

Standmynd av Elinborg Lützen verður reist í Klaksvík

Talan er um fyrstu standmynd av nanvgivnari kvinnu í Føroyum

Arbeiði at gera økið til og kring standmyndina er í gongd - Mynd: Dávur Winther

Arbeiði at gera økið til og kring standmyndina er í gongd - Mynd: Dávur Winther

2019-07-17 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mentanarnevndin hjá Klaksvíkar Býráð setti í 2017 ein verkætlanarbólk at arbeiða við at reisa eina standmynd – eitt minni um Elinborg Lützen, myndlistakvinnu, ið hevði fylt 100 ár 26. juli 2019.  Hetta var eftir uppskot frá Edwardi Fuglø, umvegis Norðoya Listafelag.

Myndhøggarin Hans Pauli Olsen ger standmyndina av listakvinnuni, ið millum annað hevur eitt flogfar í flotanum hjá Atlantic Airways uppkallað eftir sær. Standmyndin skal standa tætt við Fornminnisavnið, Leikalund og Spaniastovu og beint omanfyri Faktorshúsið, har Elinborg Lützen búði eitt skifti, og haðani hon eisini er ættað. 

Økið kring standmyndina skal gerast klárt, og tað er Karl Heri Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera økið byggibúgvið. Har verður millum annað eitt parkeringsøki. Meiningin er at tað skal verða ein lítil gróðursett lund. 

Standmyndin av listakvinnuni verður tann fyrsta, sum verður reist navngivnari kvinnu í Føroyum. Standmyndin verður reist 26. september 2019.

Kelda: Dávur Winther/Norðlýsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder