Uttanlands

Standmynd av littum mótmælisfólki tikin niður eftir 24 tímar

Listafólkið, ið hevur gjørt standmyndina, fær møguleikan at lata standmyndina til eitt lokalt listasavn

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-16 10:57 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Mikumorgunin var ein standmynd reist í enska býnum Bristol. Standmyndin varð reist sum eitt mótmæli og varð sett har tað áður stóð ein standmynd av trælasølumanninum Edward Colston.

Standmyndin av Edward Colston var tikin niður av illum mótmælisfólkum og kasta í eina á í juni mánað, tá mótmælt var fyri rættindum hjá svørtum.

Tíðliga mikumorgunin settu tíggju persónar, uttan loyvið frá myndugleikunum, standmyndina av litta mótmælisfólkinum Jen Reid upp, uppá bert 15 minuttir.

Men standmyndin fekk bert loyvið at standa í 24 tímar, tá myndugleikarnir tóku hana niður aftur hósmorgunin.

Býráðið í Bristol boðar frá, at standmyndin av Jen Reid er sett í eitt listasavn í býnum, har listafólkið kann velja at avheinta hana, ella at lata hana til listasavnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder