Heðin Mortensen tók fyrraárið stig til at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni.
Hetta skuldi helst ganga heilt skjótt, men tað hevur víst seg at vera rættiliga avbjóðandi at gera standmyndina, soleiðis, at arbeiðið hevur drigið út. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu í dag.
Tað er framleiðslan av standmyndini, sum gjørdist væl truplari, enn roknað varð við. Ein frágeiðing vísir, at uppgávan hevur verið ein størri avbjóðing, enn upprunaliga væntað – ein orsøk er, at kompleksi bygnaðurin ikki er royndur á henda hátt áður.
- Seinasta ætlanin var, at standmyndin skuldi avdúkast á sjálvum kvinnudegnum 8. mars. Men fyri eini tíð síðan boðaði bronsustoyparíið, sum ger standmyndina frá, at hetta fór ikki at halda.
Nú er so ein endalig avtala gjørd, soleiðis at standmyndin kemur til Føroya mitt í juli og kemur upp at standa stutt eftir. Seinkaða arbeiðið hevur hartil ført við sær ein meirkostnaða uppá 170.000 krónur.
- Nú er altso uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni. Málið er gamalt, men vit halda okkum til upprunaliga tilmælið um eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald