1. mai verður Føroyahúsið í Keypmannahavn karmur um fjølbroyttum og almennum hártíðarhaldi av 75 ára føðingardegnum hjá Stanley Samuelsen.
Stanley Samuelsen varð føddur 30. apríl 1951, og hann er framvegis virkin við konsertum bæði privat og alment í Føroyum og Danmark, har hann hevur búð í 56 ár. Á ársins FMA fekk Stanley ársins tónleikaheiður.
Kona Stanley, Merete Messmann hongur væl í við at stuðla, bóka, koyra v.m., og saman gleða tey seg til stóra føðingardagin og eru sera takksom fyri dygga stuðulin úr Fuglafirði og úr grannabygdunum, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Føðingardagurin hjá Stanley Samuelsen verður, sum áður nevnt, hátíðarhildin 1. mai. Byrjað verður við móttøku og ábit klokkan 18. Síðani verður konsert við Stanley umframt vinmonnunum Mourits L. Mohr og Njál Reinert Petersen. Eisini verður røða, felagssangur umframt framførsla hjá Danny & The Veetos á skránni. Øll skráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald