Mentan

Stanley í Hoyvíkar kirkju 10. árið á rað

Sunnudagin 17. november kl. 16 verður ókeypis konsert við Stanley Samuelsen

2019-11-15 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú sunnudagin 17. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju.

Tað er vorðin ein fastur siður, at Stanley hevur konsert í Hoyvíkar kirkju hesa tíðina av árinum. Siðurin er blivin so fastur, at hetta er 10. árið á rað, at hann hevur konsert í Hoyvíkar kirkju.

Hesaferð er Stanley serliga aktuellur, tí júst í dag gevur hann nýggja fløgu út. Tað er hansara áttanda fløguútgáva og hon hevur stutt og greitt fingið heitið "Stanley No 8". Hann hevur sjálvur gjørt øll løgini og hevur eisini yrkt fimm av sangunum. Hinar tekstirnar eiga m.a. brøðurnir Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus.

[object Object]

Eftir konsertina í Hoyvíkar kirkju sunnudagin, verður høvi hjá fólki at keypa nýggju fløguna.

Konsertin er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder