2020-11-20 15:10
Sunnudagin 22. november verður konsert við Stanley Samuelsen í Hoyvíkar kirkju.
At Stanley Samuelsen, sum hevur havt eina langa yrkisleið sum tónleikari, hevur konsert í Hoyvíkar kirkju er vorðin ein fastur siður. Í ár er 11. árið á rað, at hann hevur konsert í kirkjuni.
Konsertin, sum er ókeypis, verður sunnudagin klokkan 16. Tilmælini verða hildin, og tí sleppa í mesta lagi 300 fólk á konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald