Mentan

Stanley konsert í Hoyvíkar kirkju í morgin

Hetta er níggjundu ferðin, at sangarin og guittarleikarin hevur konsert í kirkjuni undan jólum

2018-11-17 14:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendi sangarin, guitarleikarin og lagsmiðurin Stanley Samuelsen hevur seinnapartin í morgin konsert í Hoyvíkar kirkju fyri 9. ferð. Tað er vorðin ein fastur siður, at hann hevur konsert í kirkjuni í Hoyvík hesa tíðina av árinum.

Stanley hevur smíðað eitt ótal av løgum til tekstir hjá okkara fremstu skøldum, m.ø. brøðrunum Janusi og Hans Andriasi Djurhuus og Mikkjali á Ryggi, og hann hevur givið fleiri fløgur út. Hann er ættaður úr Fuglafirði og hevur búð í Danmark í mong ár. Men honum dámar sera væl at vitja heima í Føroyum og at framføra sín tónleik.

Stanley hevur eisini ferðast nógv sum tónleikari, bæði í Norðurlondum, Evropa sum heild og í USA 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder