Mentan

Stanley Samuelsen í Spaniastovu

Við sær hevur hann dóttrina Astrid

2018-11-13 16:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stanley Samuelsen hevur í gjøgnum fleiri ár á tónleikaferð kring heimin víst síni frálíku evni at spæla gittar og syngja. Við tíðini eru fleiri av løgum hansara vorðin fólkaogn í Føroyum. Stanley hevur bæði framført einsamallur og saman við øðrum. Nú er hann so aftur í Føroyum, og við sær á pall í Spaniastovu leygarkvøldið 17.nov. hevur hann dóttrina Astrid.

Tú kanst vænta at hoyra Stanley framføra egin løg frá hansara 8 fløguútgávum. Hann spælir eisini klassikarar hjá kendum enskum og amerikanskum bólkum frá 60’ti og 70’ti árunum.

Saman við Astrid, dóttrini, er tað serstakliga løg av EP’ini A tribute to George Harrison, tú kanst gleða teg at hoyra. Ein EO tey hava givið út saman. Ein útgáva, sum hevur fingið góð ummælið. Serliga áhugavert er tað at almenna heimasíðan hjá George Harrison hevur víst videolagnum stóran ans á tvitter.
 
- Spaniastova
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder