90 ára gamli kanadiski sjónleikarin, William Shatner, er nú vorðin higartil elsti maðurin, sum hevur ferðast í rúmdini.
Shatner, ið er serliga kendur fyri leiklutin sum Kirk kapteinur í sjónvarpsrøðini "Star Trek", var umborð á rúmdarfarinum "New Shepard", sum fór í luftina seinnapartin í gjár okkara tíð úr býnum Van Horn í amerikanska statinum Texas.
Saman við trimum øðrum, varð William Shatner tikin uml. 106 kilometrar frá jarðarskorpuni, og harvið fóru tey um sonevnda Kármán-linjuna uml. 100 kilometrar frá jarðarskorpuni, sum er altjóða viðurkenda markið fyri rúmdina. Har sluppu tey at uppliva nakrar minuttir í vektloysi, áðrenn rúmdarfarið fór aftur til Texas.
Ferðin var stutt og vardi uml. 11 minuttir, skrivar Ritzau.
Tað var ein sera rørdur William Shatner, sum kom úr rúmdarfarinum.
– Eg eri so fullur av kenslum um tað, sum júst er hent. Hetta er heilt serstakt, segði hann.
Hetta var seinna ferðafólkaflúgvingin út í rúmdina hjá felagnum Blue Origin, sum Jeff Bezos, stovnari av Amazon, eigur. Bezos, sum eisini er ríkasti maður í heiminum, var sjálvur til staðar at taka ímóti Shatner og hinum, sum júst vóru komin aftur úr rúmdini.
– Tað, sum tú hevur givið mær, er tann mest hugsanarsama upplivingin, eg kann ímynda mær, segði Shatner við Bezos.
Hini, sum í gjár fingu ein túr í rúmdina saman við William Shatner vóru Chris Boshuizen, fyrrverandi verkfrøðingur hjá Nasa, Glen de Vries, íverksetari, og Audrey Powers, verkfrøðingur og varaforseti hjá Blue Origin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald