Starin í Stovuni sýndur í Løkshøll sunnudagin

Høgni Mohr hevur gjørt nýggjan heimildarfilm um Jógvan J. Højsted og umbótanararbeiðið hjá Ólavstovu í Funningi. EIn sýning byrjar klokkan 15 - hin klokkan 17

2022-11-04 18:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein føroyskur, erligur og filosofiskur heimildarfilmur.

Soleiðis lýsir Høgni Mohr nýggja heimildarfilmin ‘Starin í Stovuni’. Framleiðslan er umbiðin av Runavíkar kommunu og sum í stuttum er ein heilmildarfilmur, ið m.a. skal lýsa umbótanararbeiðið hjá Ólavstovu í Funningi.

Høgni Mohr, sum hevði fingið eitt serligt tilknýti til bygdina, eftir at hann búleikaðist har fyri smáum fýra árum síðan, varð spurdur, um hann kundi átaka sær uppgávu, at framleiða ein heimildarfilm um Ólvustovu. Hann fekk fríar teymar, og átók sær at fara í holt við hetta saman við m.a. Kringvarpi Føroya, sum fer at sýna kykmyndina seinri í ár. Í ”Starin í stovuni” ger Jógvan J. Højsted, sambært Høgna, eina roynd ikki bert at lýsa sítt lív, men sjálvt lívið.

Almennu sýningarnar verða sunnudagin 6. november ávíkavist klokkan 15 og 17 í Løkshøll, og eru í tíðarmáli ein drúgvan hálvan tíma til longdar. Sýningin er ókeypis og ikki er neyðugt at bíleggja pláss áðrenn.

Filmssýningin er ein partur av Býarskáanum í Runavík, sum verður vikuskifti 5. og 6. november. 

Visir Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder