Mentan

Starlight aftur á Ljósfest

Starlight bergtók øll á Ljósfestini seinast, og 17. august fara tey aftur at framføra í Vági

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2024-05-27 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Ljósfest verður í Vági vikuskiftið 16. - 18. august, fer bólkurin Starlight aftur á pallin. Teir spæla leygardagin 17. august, boðar Vágs kommuna frá í tíðindaskrivi.

– Starlight bergtók øll á Ljósfestini seinast, ein skuldi trúð at teir ikki høvdu gjørt annað enn at spælt tónleik - síðani teir vóru í hæddini í sjeyti- og áttatiárunum. Teir hava tó verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini og so á Ljósfestini seinast.

– Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Teir spældu rock- og popptónleik og vóru væl fagnaðir kring landið, og í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur. Fleiri av teimum, ið mannaðu bólkin, hava verið virknir innan tónleik síðani, skrivar Vágs kommuna.

Bólkurin hevði skiftandi manningar, men t.d. hava hesir mannað bólkin: Jón McBirnie, Johan Martin Jacobsen, Fróði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen. Seinni hava eisini Pauli Hansen og Bjarni Lisberg verið við.

Á Ljósfestini seinast var manningin hendan Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg og Johan Martin Jacobsen.

Umframt Starligt, fara Marius Ziska, Janus Wiberg, Ronnie og Maria, og Vestmenn eisini at framføra á Ljósfestini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder