2022-05-24 18:40

Bátastevnan í Vestmanna er fyri framman, og í annaðkvøld, mikudagin 25. mai, verður konsert í Vestmanna kirkju, ið er startskotið.
Á konsertini fara Tær 4 úr Frelsunarherinum í Havn, Magni Chrisiansen, Jens Marni Hansen og Vestmanna Kirkjukór at framføra.
Vestmanna Kirkjukór, sum skipar fyri konsertini, fer at framføra einsamalt, men eisini saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar. Somuleiðis fer Jens Marni Hansen á sín serstaka hátt at syngja saman við Vestmanna kirkjukóri.
Konsertin í morgin byrjar klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald