Mentan

Starvsfelaga okkara til minnis

Minningarorð

2020-12-14 17:39 Author image
Minningarorð / Dia Midjord
placeholder

Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen eftir stutta sjúkralegu, 74 ára gamalur.

Nógv er sagt og skrivað um Birgar, tí hann var ein virkin maður, sum ikki lá á lætu síðuni. Millum annað røkti hann bókhaldið í Auto, so vit báðir arbeiddu tætt saman. Og tað var læruríkt at starvast saman við Birgari, tí hann var forvitnisligur og vitandi maður.

Birgar hevði tað best, tá ordan var í tingunum, og gerandisdagurin mátti gjarna fylgja einum ávísum mynstri, har klokkan boðaði frá, hvat henda skuldi. Hvønn einasta morgun fór hann í Tinganes at vinda flaggið á stong, og út á seinnapartin tók hann flaggið niður. Aftaná túrin út á helluna í Tinganesi, var Birgar til morgunmatar og hugna á matstovu saman við vinmonnum. Uppgávurnar, sum flaggvørður og felags morgunmatin við práti, skuldu fáast frá hondini, áðrenn hansara dagur rættiliga kundi byrja.

Aftaná flaggtúrin og morgunmatin kom Birgar til arbeiðis í Auto, har hann við nærlagni og stundvísi skipaði bókhaldið.

Hann hevði eisini aðrar bókhaldsuppgávur. Kom okkurt tvørt fyri, og tað leið út á fyrrapartin, áðrenn Birgar møtti, heilsaði hann við ”góðan morgun”, tí sambært honum, søgdu tey eldru í Havn ”góðan morgun” til á middegi.

Men áðrenn hann fór til verka, skrivaði hann niður, hvussu veðrið hevði háttað sær. Tað gjørdi hann hvønn einasta fyrrapart, og Birgar visti neyvt, hvussu veðrið hevði verið, tí alt varð fest á blað.

Birgar var bókhaldari av tí góða gamla slagnum, og einki var frágingið við skundi. Hann var nærlagdur, og arbeiðsuppgávurnar vórðu avgreiddar til UG. Ongantíð var neyðugt at fara aftur umaftur, har hann hevði verið, tí Birgar var ordiligur og gjørdi sær ómak.

Vit báðir sótu væl um sátt, og sum heild var Birgar ógvuliga nógv avhildin í Auto, bæði sum arbeiðsorka og sum ein góður starvsfelagi. Veitarar og samstarvsfelagar hjá Auto høvdu eisini gott at bera honum.

Birgar var ein býarmynd, og nú hann er fluttur um sýn, hevur Havnin mist ein av sínum frægu og hollu stuðlum, tí Birgar var um nakar góður við høvuðsstaðin. Til ber at siga, at hann var havnarmaður við stórum H.

Hansara útgávur um høvuðsstaðin høvdu givið honum innlit í tað mesta, og tað lá ræðið fyri at fortelja. Og Birgar brýggjaði seg veruliga um tað, ið fyrifórst í høvuðsstaðnum, og av og á hartaði hann tey á Vaglinum, tí avgerðirnar vóru illa frágingnar eftir hansara tykki.

Birgar var tónleikari og tónleikaáhugaður, serliga eldri tónleikur hevði hansara tokkað. Birgar var eisini íðin viðhaldsmaður hjá B36 og Liverpool, men tað, sum serliga eyðkendi hann, var hugurin at savna. Hann var undangongumaður at útvega høvuðsstaðnum eitt býarsavn, sum hann seinni lat kommununi. Síðani hevur gingið heldur striltið at fáa savnið á føtur og alt í rættlag, og tað nívdi Birgar ikki sørt. Í hansara hugaheimi var einki meira natúrligt, at høvuðsstaðurin hevði eitt savn, sum fólk altíð kundi vitja.

Tað skal tí vera mín vón, at høvuðsstaðurin skjótt fær eitt veruligt býarsavn, og ikki fór tað illað, um forfaðirin hevði sítt heiðurspláss í savninum.

Fyri seks árum síðani var Birgar fyri svárum missi. Herviliga krabbasjúkan fekk fastatøkur á konuni, sum spakuliga varð tikin frá honum. Tá Elsa doyði, fánaði lívshugurin hjá Birgari, tí hon var hansara dýrgripur.

Nú Birgar er farin, hava vit í Auto mist okkara fitta og dugnaliga bókhaldara, men familjan hevur verið fyri svárasta missinum. Vit drýpa høvur og minnast við takksemi løturnar, okkum untist saman við Birgari.

Hvíl í friði, góði starvsfelagi.

P/F Auto,
Dia Midjord, stjóri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder