placeholder
Innanlands

Starvsfelagið bjóðar ungum at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin

Tónleikur, skemt og franskir heitir hundar eru á skránni

2022-04-26 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. mai fer Starvsfelagið at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin við einum tiltaki á Reinsarínum til ung og ungar sálir.

Har verður tónleikur tónleik, skemt og franskir heitir hundar. Tiltakið er ókeypis. Barrin á Reinsarínum er eisini opin á degnum til tey, ið ynskja at keypa sær okkurt leskandi.

Skrá:

- Fía Winther Poulsen, forkvinna í næmingaráðnum á Glasi, bjóðar vælkomin

- TeleMama framførir nøkur løg

- Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, heldur røðu

- SWAY framførir nøkur løg

- Astrið Gullborgardóttir endar tiltakið við skemti

Tiltakið vendir seg fyrst og fremst til ung og setir sjóneykuna á starvsfólkarættindi og fakfeløg sum heild í einum hugnaligum umhvørvi.

- Hetta ynskja vit at gera, tí vit hoyra nógv um, at tey ungu ikki eru nóg væl upplýst um fakfeløg og teirra rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Hetta vilja vit sum fakfelag gera okkurt við og hetta er ein roynd at røkka ein yngri málbólk enn tey, vit vanliga hava samskifti við. Samstundis ynskja vit eisini at gera stríðsdagin 1. mai til ein hátíðardag, sum øll kunnu taka lut í, óansæð hvat fakfelag ein hoyrir til, sigur Starvsfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder