2023-11-03 15:29
Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at samhugaverkfallið, sum var lýst at koma í gildi 2. novembur á midnátt, er eitt óheimilað stríðsstig. Tað skrivar Starvsfelagið í fráboðan.
Tey siga, at tey hava sent Fíggjarmálaráðnum soljóðandi fráboðan um avlýsing av samhugaverkfallinum:
Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið avlýsir samhugaverkfallið, ið felagið lýsti í gjár, 2. november 2023, at koma í gildið hóskvøldið 2. november 2023 á midnátt galdandi til fríggjakvøldið 3. november 2023 á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald