Innanlands

Starvsfelagið vil javnseta almenn sett starvsfólk

Felagið heitir á aðrar politiskar flokkar, Landdstýrið, kommunur og fakfelag at stuðla uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at gera nýggjan almennan lønarstiga

Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum (Savnsmynd)

Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum (Savnsmynd)

2021-08-13 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einum mánað síðani boðaði Javnaðarflokkurin frá, at hann fór at lat aløgtinginum uppskot um at heita á Landsstýrið um at gera nýggjan almennan lønarstiga, og uppskotið varð lagt fram í farnu viku.

Í uppskotinum heitir Javnaðarflokkurin á Landsstýrið um at kanna, hvussu gerast kann ein nýggjur almennur lønarstigi við útgangsstøði í útbúgving og ábyrgd, sum kann vera grundarlagið undir øllum lønarsamráðingum í framtíðini.

Starvsfelagið fegnast um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum.

– Almenna lønarlagið tørvar eina veruliga endurskoðan fyri at rætta teir ójavnar, ið hava gjørt seg galdandi síðan 1969, og serliga hava við sær, at kvinnustørv eru lægri lønt, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Starvsfelagið heitir á aðrar politiskar flokkar, Landstýrið, kommunur og fakfeløg at sýna uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum stuðul.

– Hetta er eitt alneyðugt stig at tryggja framtíðar vælferðarsamfelagið í Føroyum og at rætta ójavnan á almenna arbeiðsmarknaðinum, heldur felagið.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder