2021-10-20 11:52

Tað er trungsul á áhoyraraplássunum í Løgtinginum í dag. Tað er starvsfólk á Bústøðum, sum hava sessað seg á tingi í sambandi við at fýra spurningar um stovnin eru á skránni í dag.
Munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Fýra teir fyrstu eru spurningar, sum viðgera støðuna, sum er íkomin á Bústøðum.
Og landsstýriskvinnan er undir stórum trýsti. Mest fyri ikki at vera sinnað til at gera nakað við íkomnu støðuna. Tað er ikki bert andstøðutinglimir, sum krevja av henni at gera nakað við málið - eisini floksfelagar hjá henni vísa á, at hetta kann ikki halda fram uttan at tað er til stóran skaða fyri stovnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald