
Nøvn eru sett á tey fyrstu 100 sum fáa koppseting móti covid-19 klokkan 13 í dag. Vaksinan kom við flogfari til Føroyar í gjárkvøldið, og verður í dag flutt út á tey trý sjúkrahúsini, har fyrstu koppsetingarnar verða.
Í fyrsta umfari eru tað heilsustarvsfólk, sum fáa møguleikan at verða koppsett, og allar fyrsta starvsfólkið verður eitt á koronadeildini.
- Vit hava hugsað tað, at tað skulu ikki vera politikarar ella vit sum hava skrivstovuarbeiði. Tað skulu vera tey, sum hava stríðst nú í eitt hálvt ár í koronatilbúgvingini. Tí verður tað ein frá koronatilbúgvingini, sum verður fyrst, segði Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri, í Degi og viku í gjárkvøldið.
Hendan sendingin av koppseting, sum kom í gjárkvøldið var við 975 skamtum, og næsta sending kemur í viku 2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald