Eitt starvsfólk hjá Atlantic Airways skal í næstum í rættin fyri at í fleiri førum hava smuglað hassj til Føroya.
Tað sæst í ákæruriti, sum Frihedsbrevet.fo hevur fingið innlit í, og skrivar um í dag.
Viðkomandi skal hava gjørt sær dælt av "airside" atgongdini, har bara ferðafólk og starvsfólk kunnu vera. Tað vil siga økið, tá ein er komin gjøgnum security.
Í ákæruritinum verða fýra hendingar nevndar: 6. apríl 2023 skal ákærdi persónurin hava smuglað 128 gramm av hassji. 5. februar 2023 skal ákærdi hava smuglað minst 150 gramm av hassji. 14. mars 2023 skal ákærdi hava givið trý gramm av hassji víðari til ein ónevndan persón. Og 30. mars skal ákærdi hava givið trý gramm til ein ónevndan persón.
Jóhanna á Begi, stjóri í Atlantic Airways vil ikki viðmerkja málið, men sambært Frihedsbrevet er talan um ein mann, og hann bleiv koyrdur úr starvi hjá flogfelagnum, tá hann varð handtikin.
Atlantic Airways krevur reina revsiváttan frá øllum sínum starvsfólkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald