Uttanlands

Starvsfólk hjá Lufthansa í verkfall mikudagin

Talan er um 20.000 starvsfólk, sum ikki arbeiða á flogførunum hjá felagnum – Verkfallið byrjar mikumorgunin og endar hósmorgunin

Flogfar hjá Lufthansa (Mynd: EPA)

Flogfar hjá Lufthansa (Mynd: EPA)

2022-07-25 20:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga mikumorgunin fara uml. 20.000 starvsfólk hjá týska flogfelagnum Lufthansa í verkfall.

Verkfallið varar eftir ætlan frá klokkan 2.45 mikumorgunin til hósmorgunin klokkan fimm okkara tíð, upplýsir fakfelagið ver.di sambært Ritzau.

Talan er ikki um starvsfólk, sum starvast umborð á flogførunum hjá felagnum.

Ver.di krevur vegna starvsfólkini hjá Lufthansa eina lønarhækkan á 9,5 prosent.

Semingafólk hjá starvsfólkunum vísir á størri arbeiðsbyrðu, høga inflatión og eina lønarlækking undir koronu, og tí er ein lønarhækking á nærum tíggju prosent rímilig.

Lufthansa heldur, at verkfallið er órímiligt. Flogfelagið hevur longu avbjóðingar orsakað av m.a. avleiðingunum av koronakreppuni, høgari skuld og einari óvissari framtíð fyri altjóða búskapin.

Partarnir fara aftur til samráðingarborðið 3. og 4. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder