Innanlands

Starvsfólk í heilsuverkinum eru javnan fyri ágangi

Løgmaður, og serliga fútin, gjørdu á tíðindafundinum púra greitt, at hetta als ikki kann góðtakast. Micheal Boolsen segði, at allir tilburðirnir av hesum áganginum/hóttanum, sum eru vaksandi, verða meldaðir og Føroya Rættur hevur fingið boð um at viðgera málini skjótt

Michael Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-04 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað kann als ikki góðtakast og hoyrir ongastaðni heima

Soleiðis segði Micheal Boolsen um tann ágangin, sum partur av heilsustarvsfólkum upplivir javnan, í mun til koronastøðuna - júst hví tey eru fyri ágangi varð ikki gjørt greitt.

Løgmaður kom fyrst inn á tað í sínari framløgu, har hann staðiliga heitti á fólk um lata tey, ið arbeiða við hesum, fáa frið. Hetta eru tey dugnaligu starvsfólkini, sum standa á odda í arbeiðnum fyri at basa korona, og tey hava uppá ongan máta uppiborið slíka viðferð, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Fútin var uppaftur meira beinleiðis og kontantur, og hann gjørdi púra greitt, at tey sum koma við beinleiðis hóttanum og ágangi, ið fer út um mark, verða revsaði; tilburðirnir verða meldaðir, og Føroya Rættur hevur fingið boð frá um at viðgera hesi málini skjótt.

Uppá spurning frá Portalinum um, hvat slag av ágangi talan er um, so nevndi løgmaður, at tað fyri tað mesta er talan um munnligan ágang, har tey av fólki verða lagd undir ymiskt og eisini hótt.

Fútin útgreinaði við, at í summum førum eru tað meira álvarsamar hóttanir, har fólk millum annað hava hótt at fara eftur byrsuni, og at sumt millum annað kann revsast undir grein 266b.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder