Tað vóru ikki færri enn tríggir starvsfólkadagar í Alvalon fyrr í vikuni.
Nancy Magnusdóttir og Hervør Leonson hava havt 30-ára starvsdag, og Rúna Joensen hevur starvast 25 ár dagstovninum í Sørvági,
Tær tríggjar hava verið við frá byrjan og verið við til at mynda Alvalon sum stovn, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðu sínari.
Eyð Ellingsgaard var framvið á Alvalon og bar teimum takkarkvøðu og blómutyssi. Hon segði m.a. at tað hevur alstóran týdning, at barnaøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum.
- Langa starvstíðin hjá teimum trimum prógvar eisini, at tær hava trivist í starvinum, og mongu royndirnar tær hava savnað øll hesi árini, hava eitt sera stórt virði fyri kommununa sum arbeiðsgevara. Felags fyri tær allar er, at tær eru nærlagdar, arbeiðssamar, fittar og hjálpsamar, segði borgarstjórin.
- Sørvágs kommuna ynskir tykkum trimum hjartaliga tillukku við starvsdegnum.
Vit vóna at tit hava fleiri ár eftir á stovninum, tí vit hava brúk fyri tykkum og tykkara nærlagni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald