Innanlands

Starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum økt við 100 í tíggju ár

Tað eru lutfalsliga fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og læknar í starvi, enn fyri tíggju árum síðani

2021-11-04 07:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í 2020 vóru nærum 1.100 ársverk í sjúkrahúsverkinum. Tað eru góð 100 fleiri enn tíggju ár frammanundan. Ársverkini hjá læknum vóru 32 fleiri, svarandi til ein vøkstur á 37 prosent. Ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum vóru 59 fleiri, ið er ein vøkstur upp á 17 prosent.

Hetta framgongur í eini uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt og lagt út á heimasíðu sína. 

Nógv tey flestu ársverkini eiga sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru 413 ella 38 kprosent av øllum ársverkunum. Læknaársverkini eru 118 ella 11 prosent, onnur heilsustarvsfólk 248 ella 23 prosent og síðani eru øll onnur starvsfólk 309 ársverk ella 28 prosent.

Býtið er broytt nakað frá 2010 til 2020, soleiðis at lutfalsliga eru fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Hesi tíggju árini er størsti vøksturin í tali hjá sjúkrarøktarfrøðingum við 59 ársverkum. Men lutfalsliga er størsti vøksturin hjá læknum, har tey 32 ársverkini svara til ein vøkstur á 37 prosent. Hinvegin er ein lítil minking hjá øðrum heilsustarvsfólkum.

[object Object]

Av teimum 1.087 ársverkunum í sjúkrahúsverkinum eru nógv tey flestu, 840 ella 77 prosent, á Landssjúkrahúsinum, 131 ella 12 prosent eru á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 115 ella knappliga 11 prosent á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Av broytingini frá 2010 til 2020 er størsti vøksturin á Landssjúkrahúsinum við 87 ársverkum, har tað er serliga stórur vøkstur av sjúkrarøktarfrøðingum og læknum. Lutfalsliga er vøksturin líka stórur á Suðuroyar sjúkrahúsi, meðan lítil og ongin vøkstur er á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har m.a. talið av ársverkum hjá læknum er minkað við einum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder