
Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstudning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025.
Starvsløn varð latin Tróndi Bogason Hansen, tónaskaldi, í 12 mánaðir og Kim Simonsen, rithøvundi, í 6 mánaðir
Harumframt fingu 42 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst 1, 2, 3, 4 og 5 mánaðir.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk í alt 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 32 mió. Av hesum vóru 44 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 101 mánaðarlønir tilsamans fyri DKK 4,1 mió.
Endamálið við íverksetanarstudningi er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.
Umsøkjararnir til íverksetanarstudning vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum fýra llistafólki íverksetanarstudning fyri tilsamans 300.000 krónur. Tey eru Beinir Bergsson (bókmentir), Mariann Hansen (leiklist), Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist) og Simona Eivinnsdóttir (tónlist)
Fult yvirlit sæst her:
Mentanargrunnur Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald