Uttanlands

Statens Serum Institut: Færri seinfylgjur við omikron

Ein kanning vísir, at færri danir, sum høvdu verið smittaðir við omikronfrábrigdinum av koronu, høvdu seinfylgjur, enn teir, sum høvdu verið smittaðir við deltafrábrigdinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-15 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum hava verið smittað við omikron-frábrigdinum av koronu hava ikki verið eins ávirkað av seinfylgjum og tey, sum hava verið smittaðir við delta-frábrigdinum.

Tað vísir ein kanning, sum Statens Serum Institut í Danmark hevur gjørt.

Í kanningini luttóku 16.192 persónar, sum høvdu verið smittað við omikron, 9.388, sum høvdu verið smittað við delta, og 18.424, sum ikki høvdu verið smittað.

Av teimum, sum høvdu verið smittað við omikron svaraðu ávikavíst seks og átta prosent, at teirra smakk- ella luktisansur hevði verið ávirkaður.

Millum tey, sum høvdu verið smittað við deltafrábrigdinum, svaraðu ávikavíst 19 og 24 prosent, at tey høvdu havt hesar seinfylgjur.

Við øðrum seinfylgjum sum møði, andadrátstrupulleikar og kognitivar trupulleikar, var sama mynstur at síggja.

Sambært Statens Seruminstitut er teirra spurnakanning heimsins størsta spurnakanning um koronaseinfylgjur, og er talan um ein av fyrstu kanningunum, sum kanna sambandið millum omikronsmittu og seinfylgjur. Kanningin er tó ikki javnlíkamett, skrivar Statens Serum Institut í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder