Uttanlands

Statens Serum Institut: Koppseting gevur góða verju

Av teimum, sum seinasta hálva árið vórðu smittað við koronu eftir at verða liðugt koppsett, vórðu bert fá, sum vórðu innløgd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-19 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronakoppingarevnið frá Pfizer/BioNTech, Moderna, og AstraZeneca geva góða verju móti bæði Alpha- og Delta-frábrigdinum av koronu, umframt at koppingarevnið minkar um vandan fyri at verða innlagdur við sjúkuni.

Tað staðfestir danska Statens Serum Institut, sum hevur greinað dátur frá 1. mars til 3. august í ár. Stovnurin hevur greinað 1.404 tilburðir, har ein liðugt koppsettur persónur er staðfestur smittaður við Delta-frábrigdinum. Av teimum vórðu 33 innlagdir.

Í hesum tíðarskeiðnum vórðu 693 liðugt koppsettir persónar eisini staðfestir smittaðir við Alpha-frábrigdinum, og bert 57 av teimum vórðu innløgd, skrivar Statens Serum Institut.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder