Uttanlands

Statsleiðarar gera gjøldur burtur úr Trump

Høvdu Trudeau, Johnson, Macron og Rutter vitað, at tað varð tikið upp, høvdu teir neyvan verið so opinskáraðir

2019-12-04 15:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast teir eru nærmastu sameindu hjá USA í Nato-verjusamgonguni, so himprast teir ikki við at gera gjøldur burtur úr amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Stóra samrøðuevnið í nógvum fjølmiðlum í dag er ein upptøka, sum í gjárkvøldið varð gjørd í sambandi við eina móttøku á kongsborgini, Buckingham Palace.

Vesturlendsku statsleiðararnir eru í hesum døgum savnaðir til Nato-toppfund í London í sambandi við at tað eru liðin 70 ár síðan Nato-verjusamgongan varð sett á stovn.

Tað, sum statsleiðararnir tykjast gera gjøldur burtur úr undir leysaprátinum á móttøkuni, er 40 minuttir langa røðan, sum Donald Trump helt á einum tíðindafundi ígjár. Vanliga eru slíkir fundir sera stuttir, men Trump helt seg ikki aftur í at halda eina langa einarøðu. Eisini um øll møgulig onnur viðurskifti, enn Nato.

Sigast skal tó, at tað er ongastaðni í upptøkuni, at Trump verður nevndur við navni. Men flestøll eru samd um, at tað er Donald Trump, teir tosa um.

Upptøkan er av teimum fýra kanadiska Justin Trudeau, bretska Boris Johnson, franska Emmanuel Macron og niðurlendska Mark Rutte, sum við øl í hond smátosa uttan at gáa eftir, at hendingin verður filmað.

- Var tað tí, tú komst ov seint?, skemtar Boris Johnson við Emmanuel Macron, sipandi til langa tíðindafundin.

- Hann er ov seinur, tí hann royndi at improvisera sseg gjøgnum ein 40 minuttirs langan tíðindafund, brýtur Justin Trudeau inn og heldur fram:

- Á, ja, ja, ja. Hann kunngjørdi..., sigur Trudeau áðrenn Macron brýtur hann av. Macron hevur bakið móti myndatólinum, og tí hoyrist ikki hvat hann sigur.

Man sum skilst, heldur Macron, at tað hevði verið ein langur dagur. Sama seinnapart hevði hann hildið ein tíðindafund við Donald Trump, sum gjørdist drúgvur, og har Macron fleiri ferðir kendi seg noyddan at rætta skeiv uppáhald hjá Trump.

Eisini Justin Trudeau mátti sama dag gjøgnum ein líknandi fund saman við Trump:

- Tú kundi síggja, hvussu málleys starvsfólkini gjørdust, skemtar Trudeau flennandi á upptøkuni.

Tað var russiska tíðindatænastan, Sputnik News, sum fyrst legði filmsbrotið út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder