Innanlands

Statsvitjan í allar fagrasta veðri

Danski forsætisráðharrin og grønlendski landstýrisformaðurin vitjaðu í Klaksvík í dag. Tey vitjaðu Christiankirkjuna, Edward Fuglø, Føroya Bjór og Varpið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-06-08 19:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag var borgarstjórin, Karl Johansen, vertur fyri almenna statsvitjan, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, saman við løgmanni, Bárður á Steig Nielsen, vitjaðu Christianskirkjuna, Edward Fuglø, Føroya Bjór og Varpið.

Eftir miðmálan varð vitjað í atelierinum hjá Edward Fuglø, har hann serliga greiddi frá hugskotunum um donsku týðingina av Fuglakvæðinum. M.a. segði Edward, at allir 12 fuglarnir, sum hann hevur málað, verða nevndir í kvæðinum, og at myndlýsingarnar geva serliga góða meining, tá ið kvæðið verður lisið. Sum við aðrari list hjá Edwardi, so hevur hann eisini í hesum førinum sett kvæðið í ein nútíðar samanhang, sum á hendan hátt eisini lýsir føroyska samfelagið.

Vitjað var eisini í Varpinum, har Dávur Winther, mentanarleiðari, greiddi frá. Húsið er væl áleiðs og skal eftir núverandi tíðarætlan standa liðugt í seinni í ár. Gestirnir vóru sera hugtiknir av góðu umstøðunum, og vóru fleiri, sum vístu áhuga í, at koma aftur, tá ið Varpið verður liðugt og tikið í nýtslu. 

Vitjanin endaði við eini rundsýning í Føroya Bjór, har Annika Waag, stjóri, tók ímóti gestunum, sum fingu eina rundsýning í bryggjarínum. Greitt varð frá søguni og virkseminum hjá Føroya Bjór, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder