Uttanlands

Stefan Löfven leggur frá sær í komandi viku

Væntandi verður tað nýggja forkvinnan hjá sosialdemokratunum, Magdalena Andersson, sum gerst nýggjur forsætisráðharri í Svøríki

Stefan Löfven og Magdalena Andersson á flokstingi hjá sosialdemokratunum í vikuni (Mynd: EPA)

Stefan Löfven og Magdalena Andersson á flokstingi hjá sosialdemokratunum í vikuni (Mynd: EPA)

2021-11-07 17:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í komandi viku leggur Stefan Löfven frá sær sum forsætisráðharri í Svøríki.

64 ára gamli Löfven hevur verið forsætisráðharri í Svøríki síðan 2014 og formaður í sosialdemokratiska flokkinum í góð tíggju ár.

Tað verður væntandi 54 ára gamla Magdalena Andersson, núverandi fíggjarmálaráðharri, sum tekur yvir sum nýggjur forsætisráðharri. Á flokstingi hjá sosialdemokratunum í Göteborg hósdagin, varð hon formliga vald til forkvinnu hjá flokkinum.

Verður tað Magdalena Andersson, sum tekur yvir sum forsætisráðharri eftir Stefan Löfven, verður hon fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin, sum Svøríki hevur havt, skrivar Ritzau.

Andersson hevur verið fíggjarmálaráðharri seinastu sjey árini.

Tað var í summar, at Löfven boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær bæði sum forsætisráðharri og floksformaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder