
Í gjár var Steinbjørn Jacobsen og heilsaði uppá borgarstjóran og handaði honum lykilin, sum hann hevur havt í varðveitslu hesi 24 árini. Steinbjørn varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1997 og hevur sostatt verið býráðslimur í fimm setur.
Hesi árini Steinbjørn Jacobsen hevur verið í býráðnum, hevur hann verið borgarstjóri í tvey býráðsvalskeið, 2001-2004 og 2005-2008, umframt at hann eisini hevur verið varaborgarstjóri í átta ár.
Steinbjørn var m.a. borgarstjóri tá Norðoyatunnilin varð skotin ígjøgnum, og stendur tann menningin, frá Klaksvík sum útjaðara til meginøki, sum ein av mongu varðunum eftir Steinbjørn Jacobsen, nú hann hevur takkar fyri seg í býráðs politikki.
Klaksvíkar kommuna ynskir Steinbjørn O. Jacobsen blíðan byr framyvir, og takkar honum fyri trúgva og trúfasta tænastu.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald