Innanlands

Steinbjørn Hardlei gevst sum rektari á Glasi

Hann byrjar í starvi sum privatkundastjóri hjá Banknordik í august

Steinbjørn Hardlei til høgru (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Steinbjørn Hardlei til høgru (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-28 10:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Glasir skal hava nýggjan rektara. Rektarin seinastu árini, Steinbjørn Hardlei, hevur í morgun kunnað síni starvsfólk á skúlanum um, at hann hevur sagt seg úr starvi.

Í august tekur hann við starvi sum privatkundastjóri í Banknordik.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Unu Joensen um, at hon tekur við sum virkandi rektari á Glasi frá 1. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder