Mentan

Steinbjørn og Eyðun Jacobsen hava givið fløgu út

Fløgan hjá brøðrunum hevur fingið heiti "Gud, eg eri tín". Tónleikurin er spældur inn í USA - systir Steinbjørn og Eyðun Jacobsen luttekur eisini í einum sangi

2020-12-23 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steinbjørn Jacobsen er mest kendur úr politikki. Hann hevur nú saman beiggja sínum, Eyðuni Jacobsen, givið fløgu út. Eyðun er royndur sangari og hevur áður verið við á fleiri útgávum.

Fløgan, sum hevur fingið heiti Gud, eg eri tín, inniheldur 14 sangir. Teir flestu verða vanliga sungnir í ymiskum samkomum, og stílurin er fólksligur, traditionellur og hellur til country og southern gospel, verður boðað frá.

Ásbjørg Olsen, ið er systur Steinbjørn og Eyðun Jacobsen, er eisini at hoyra í sanginum "Vend títt eyga á Jesus". 

Tónleikurin er innspældur í USA - í Crossroads Studio, sum liggur í Arden í statinum North Carolina. Tað er Jeff Collins, ið hevur staðið fyri tí.

Røddirnar eru innsungnar í upptøkuhølunum hjá Erik Biskopstø í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder