Ísraelska stjórnin hevur tikið avgerð um at steingja ísraelsku deildina hjá miðlinum Al Jazeera, sum hevur høvuðssæti í Katar.
Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Al Jazeera hevur havt ein stóran leiklut í miðladekninginum av krígnum í Gaza, av tí at Al Jazeera er ein av teimum fáu miðlunum, sum framvegis hava egin tíðindafólk og myndafólk inni í palestinska økinum. Fleiri fólk hjá Al Jazeera hava eisini latið lív ella eru vorðin særd í ísraelskum álopum.
Ísrael hevur lagt Al Jazeera undir at vera einsíðaður og partískur, og fyri tíggju árum síðani royndi táverandi ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman at seta í verk forboð móti virkseminum hjá Al Jazeera í Ísrael.
Avgerðin um at steingja ísraelsku deildina hjá Al Jazeera væntast at gera viðurskiftini millum Ísrael og Katar meira spent, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald