Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at frá klokkan níggju til tólv í morgin, fríggjadagin 18. juni, verður Niels Finsens gøta stongd - frá Sverrisgøtu oman til Vaglið.
Parkerigsøkið á Vaglinum verður eisini stongt í hesum tíðarskeiðnum.
Mynd: torshavn.fo
Hetta er í samband við mótmælistiltak á Vaglinum, skrivar torshavn.fo. Heimasíðan skrivar ikki meira um hetta, men sum skilst fara nógv fólk at savnast í morgin uttanfyri Tinghúsið - pedagogar og onnur. Pedagogarnir í verkfalli eru harðliga ímóti, at politiska skipanin nú blandar seg út í teirra verkfalsrætt
Sí eisini:
Uppskotið um at fáa pedagogar til arbeiðis aftur er lagt fram
Myndir: Sum sild í tunnu uttanfyri løgtingið
Eitt uppskot, sum skal tryggja neyðug undantøk til Almannaverkið tá tað er verkfall, skal til fyrstu viðgerð í morgin. Viðgerðin byrjar klokkan tíggju.
Sí uppskotið hjá Helga Abrahamsen her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald