Steintór Rasmussen, sum m.a. hevur skrivað vælumtóktu krimibøkurnar um bindiklubbakonurnar úr Norðvík, er nú aktuellur við barnabókini "Mín gløggi Vinur".
– Hetta eru krimigátur, har øll familjan sleppur at royna seg. Í bókini eru 77 hugvekjandi og læruríkar søgur hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka til nakað býtt.
– Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.
Skrivað søgurnar hevur, sum áður nevnt, Steintór Rasmussen, og Eydna J. Steinberg hevur myndprýtt og teknað.
Bókin fæst nú til keyps.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald