Mentan

Steintór við nýggjum sangi um kaffi

Ein fagnaður til nýbryggjað kaffi í góðum selskapi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-14 13:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kaffibryggj, kaffistovur, kaffikoppar, kaffifundir, kaffisteðgur, kaffiprát. Tey flestu siga jatakk til ein góðan kaffimunn.

Steintór Rasmussen drakk kaffi, tá hann skrivaði sangin. Asta Højgaard varð boðin til kaffi og sang. Í kaffikórinum syngja Karl Martin Samuelsen, Kim Hansen og Rakul Ró Steintórsdóttir. Kaffið rann niður í Studio Mike í Klaksvík.

Aftur við kaffinum spæla Kim Hansen klaver og harmoniku og Eyðvør Klakstein á fiól. Mikkjal Hvannastein bryggjaði og borðreiddi við øðrum ljóðum og smakkum.

Tað er Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson, sum hava verið til kaffi í øllum krókum í landinum og eisini filmað og klipt kaffisangin saman.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder