Innanlands

Steintóra byrjað í embætinum

26. november skipaði Uni Næs, dómpróstur Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-02 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 26. november skipaði Uni Næs, dómpróstur, Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Nógv fólk var komið í Havnar kirkju til innsetingargudstænastuna, og nógvir starvsfelagar vóru eisini í kirkjuni, skrivar Fólkakirkjan.

Steintóra var prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. Steintóra kemur í embætið, sum Ann Hermansdóttir hevði. Ann byrjaði í nýggja embætinum sum studentaprestur í august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder