
Í sambandi við, at Heri prestur fer í lestrarfarloyvi varð søkt eftir vikari til Suðurstreymoyar vestara prestagjald, og í gjár avgjørdu kirkjuráðini at kalla Steintóru Gleðisheygg Joensen í kallið sum virkandi sókarprestur.
Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verður Steintóra virkandi sóknarprestur frá 15. apríl til 31. juli.
Steintóra, sum er ættað úr Vági, hevur lisið gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Treytað av at landsstýrismaðurin í kirkjumálum gevur loyvi til prestvígslu er tað ætlanin, at komandi presturin verður vígd í Dómkirkjuni sunnudagin 11. apríl klokkan 16, skrivar Fólkakirkjan.
Við tað at talan er um eitt vikariat, er tað biskupur, ið er setanarmyndugleikin. Ætlanin er, at dómprósturin skipar komandi prestin í kallið við gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin 18. apríl kl. 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald