![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Franciskanarasystrarnar í Havn byrjaðu vøggustovu í 1958, og síðan 1965 hevur Stella Maris vøggustovan hildið til í stóru sethúsunum við Varðagøtu hinumegin Sankta Jósefs barnagarð og nærindis Sankta Frans skúla. Stovnurin hevur pláss fyri nakað oman fyri 40 børnum.
Tórshavnar kommuna yvirtók stovnin og virksemið í ár 2000, og um tvey ár verður stovnurin stongdur.
– Bygningurin krevur stóra høvuðsumvæling og er ikki longur tíðarhóskandi til dagstovnavirksemi. Bygningskrøv gera, at tað samstundis verður neyðugt at lækka talið á plássum. Kommunan hevur tí gjørt av ikki longur at taka fleiri børn inn á stovnin, sigur kommunan, sum longu hevur kunnað starvsfólk og foreldur um avgerðina.
Børnini, sum byrja á stovninum í august, verða tey síðstu, og til ber ikki longur at bóka vøggustovupláss í Stellu Maris í skipanini BARN.
Samstundis boðar kommunan tó frá, at fleiri nýggj vøggustovupláss verða skipað á øðrum stovnum.
Í miðbýnum verður verandi skúli í Kongagøtu gjørdur um til dagstovn og lagdur afturat Miðstovninum. Hesi pláss verða boðin út í BARN, so skjótt tíðarætlan fyri umbyggingina er tøk.
Býlingshúsið vesturi á Flat letur eisini nýggja vøggustovu upp eftir summarfrítíðina. Til ber at bóka hesi pláss í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald