Mentan

Stella Polaris 2025 verður síðst í mars

Tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar var fyrstu ferð í 2014 og er á øðrum hvørjum ári. Tilmeldingin er nú byrjað

2024-11-05 15:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 27.-29. mars 2025 verður Hátún í Tórshavnar Musikkskúla karmur um tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum.

Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. Fyrsta kappingin var hildin í 2014 . Tey, sum hava vunnið gjøgnum árini, eru:

2014 – Mattias Kapnas (klaver)
2015 – Alvi Joensen (gittar)
2017 – Dávur Birgisson (gittar)
2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)
2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)
2023 – Andrias Blaasvær (violin)

[object Object]

Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini. 

Fleiri av luttakarunum gjøgnum árini, teljast nú millum fremstu ungu tónleikeikarar í Norðurlondum.

Kappast verður í 4 ymiskum aldursbólkum: 0 til og við 11 ár, 12 til og við 15 ár, 16 til og við 19 ár, umframt 20 til og við 24 ár.

Tilmeldingin er nú byrjað. Hon fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla.

Tilmeldingarfreistin er 1. februar 2025. 

Tórshavnar Musikkskúli


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder