Mentan

Stella Polaris: Jassarnir vunnu yngsta bólkin

Myndir - Funky Monkey og Marianna Nagata vunnu eldru bólkarnar

2020-02-21 21:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Árliga Stella Polaris kappingin fyri gávurík ungar tónleikarar hevur verið í dag. Í ár var tað tann rútmiski tónleikurin, sum var á skránni.

Kappingin byrjaði við yngsta aldursbólkinum, fyri luttakarar upp til 13 ár. Bólkurin Jassarnir funnu kappingina framman fyri William Da Silva, sum gjørdist nummar tvey, Fabula nummar trý og Nervarnir gjørdust nummar fýra.

Í aldursbólkinum 14 til og við 17 ár gjørdist bólkurin Funky Monkey vinnarin, annað pláss fór til Andrijazzar, triðja pláss fór til Adrenaline og fjórða pláss til Stjørnuskot.

Í bólkinum 18 til og við 25 ár gjørdist Marianna Nagata við bólki nummar eitt og MaoMao nummar tvey.

Tilsamans 14 bólkar vóru tilmeldaðir til Stella Polaris Rútmiskt í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder