Aftur í dag hava ungir gávuríkir tónleikarar kappast í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Klassiska tónleikakappingin Stella Polaris er í hesum døgum. Í gjár vóru tað tey 29 ungu undir 14 ár, sum kappaðust, og í dag kappaðust 27 ung millum 14 og 18 ár.
Kappingin var í konsertsalinum Hátún í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum, umframt at ein luttakari á orgul framførdi í Vesturkirkjuni.
Dómsnevndin er sett saman av Heiðruni Petersen, Eyðuni á Lakjuni, Jógvani Zachariassen, Hans Peturi í Brekkunum og Pálli Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini.
Páll Sólstein greiður frá, at nevndin var sera ovfarin av høga støðinum, og at tað hevur verið serstakliga avbjóðandi at gera ein úrskurð av dagsins framførslum.
Hóast tað skuldi ein avgerð takast, og eftir at hava umrátt seg ein lítlan tíma, kom nevndin fram til, at virðislønirnar skuldu latast soleiðis:
- Triðja virðisløn: Ari Hammer Joensen, Orgul
- Onnur virðirløn: Sanna Bæk Hoydal, sang
- Fyrsta virðisløn: Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge, saxofon
Framførslurnar í dag vóru allar góðar og áhoyrararnir fóru heim aftur við fleiri góðum tónleikaligum upplivingum ríkari.
Kappingin heldur fram í morgin, leygardagin 20. februar. Tá verður seinasta umfarið, sum er millum tey ungu millum 18 og 25 ár. Byrjað verður klokkan 12, og virðislønirnar verða latnar klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald