2021-06-26 16:30
Í døgunum 2. - 6. juli hevur Stella Zachariassen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Stella Zachariassen hevur í fleiri førum havt málningaframsýning ymsastaðni í landinum, umframt í Danmark, og í løtuni er hon í gongd við eina listaútbúgving.
Heitið á framsýningini er Vón, og ynskir Stella at hennara listaverk skulu bera íblástur og vón.
Framsýningin verður opin frá fríggjadegnum 2. juli til og við týsdagin 6. juli, og opið verður hvønn dag frá klokkan 12.00 – 18.00, tó 14.00 – 18.00 sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald