Innanlands

Steno miðstøð til viðgerð av sukursjúku verður á Landssjúkrahúsinum

Á nýggjárinum byrja tær ítøkiligu fyrireikingarnar at seta tað í verk, sum stendur í virkisætlanini um viðgerðartilboð, fyribyrging, gransking og nýggjan bygning - Novo Nordisk grunnurin fíggjar

Nýggja diabetesmiðstøðin skal byggjast upp í bygning C á Landssjúkrahúsinum, sum er hvíti bygningurin til høgru (Mynd: ls.fo)

Nýggja diabetesmiðstøðin skal byggjast upp í bygning C á Landssjúkrahúsinum, sum er hvíti bygningurin til høgru (Mynd: ls.fo)

2022-08-03 07:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Uppskot um løgtingslóg um heimild at taka ímóti peningaupphædd frá Novo Nordisk Fonden”.

Soleiðis eitur fyrsta uppskotið til løgtingslóg í hesum tingárinum, sum varð lagt fyri tingið í gjár. Uppskotið snýr seg um at geva Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum heimild til at taka ímóti 121 milliónum krónum frá danska grunninum, og at upphæddin hesi komandi 10 árini verður brúkt til at fíggja rakstur og løgur innan viðgerð og gransking av diabetes (sukursjúku) og endokrinologiskum sjúkum annars, stendur at lesa í lógaruppskotinum.

Í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum í gjár verður nærri greitt frá, at talan er um eina sokallaða Steno miðstøð, sum verður sett á stovn á nýggjárinum.

Nú er lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, sum skal heimila landsstýrismanninum við heilsumálum at taka ímóti pengunum frá Novo Nordisk Fonden. Ætlanin er, at nevndin fyri Novo Nordisk Fonden á nevndarfundi í september fer at taka støðu til samstarvið og góðkenna játtanina, so farast kann undir Steno Miðstøðina frá 1. januar 2023, verður sagt í tíðindaskrivinum.

[object Object]Kaj Leo Holm Johannesen (mynd: hmr.fo)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fegnast um tilgongdina higartil og væntar sær nógv av nýggju Steno Miðstøðini og samstarvinum við Novo Nordisk Fonden.

- Við Steno Miðstøðini byrjar ein nýggjur kapittul í føroyskari heilsusøgu. Vit hava frammanundan eina vælvirkandi diabetesviðgerð, men við nýggju miðstøðini verða viðgerðartilboðini til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum lyft upp á eitt enn hægri stig enn í dag. Somuleiðis eri eg glaður fyri, at samstarvið við Novo Nordisk Fonden fer at styrkja granskingina innan diabetes og endokrinologi umframt heilsugransking sum heild í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden hava í eina tíð arbeitt við at gera eina virkisætlan um viðgerðartilboð, fyribyrging og gransking innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars. Hetta er gjørt við støði í umfatandi fyrireikandi arbeiði saman við viðkomandi pørtum. Fleiri arbeiðsbólkar við heilsustarvsfólkum o.ø. eru settir, sum eru komnir við uppskotum um átøk at seta í verk. Virkisætlanin er orðað við støði í uppskotum hjá arbeiðsbólkunum.

Í virkisætlanini eru ein røð av viðgerðartilboðum innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars umframt átøk innan fyribyrging. Talan er ikki bara um virksemið á sjálvari Steno Miðstøðini, men á øllum heilsuøkinum, t.d. hjá kommunulæknunum, sum í høvuðsheitum taka sær av sjúklingum við diabetes typu 2.

Stórur dentur verður harumframt lagdur á at menna og stimbra gransking innan diabetes og endokrinologi umframt granskingarundirstøðukervi.

At hýsa nýggju Steno Miðstøðini skal ein uppíbygging gerast á Landssjúkrahúsinum. Talan verður um at byggja upp í verandi bygning C, sum er hvíti bygningurin, ið vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu.

Á nýggjárinum byrja tær ítøkiligu fyrireikingarnar at seta tað í verk, sum stendur í virkisætlanini um viðgerðartilboð, fyribyrging, gransking og nýggjan bygning.

Samstarvið við Novo Nordisk Fonden verður galdandi í 10 ár og verður fíggjað við tilsamans 123 milliónum krónum. Upphæddin skal brúkast til at fíggja tey átøkini, sum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden eru samd um at samstarva um. Eftir tey fyrstu 10 árini verður møguleiki fyri at leingja samstarvið við Novo Nordisk Fonden í fýra ár í senn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder