Fyrst í desember vitjar Stephen Clearly Filmshúsið.
Hann hevur arbeitt sum framleiðari og leikstjóri í ávíkavist sjónvarps- og filmsvinnuni.
Úr rúgvuni – áleið 60 filmar, sum hann hevur framleitt kunnu nevnast Before the Rain (Milcho Manchevski), Butterfly Kiss (Michael Winterbottom), Love and Death on Long Island (Richard Kwietniowski) og fleiri afturat.
Seinastu nógvu árini hevur Stephen Clearly skipað fyri verkstovum innan filmshandrit um allan heim. Hann er fast knýttur at danska Filmsskúlanum í Keypmannahavn umframt Victoria College of the Arts í Melbourne.
Umframt at vitja Filmshúsið fer Stephen Clearly eisini at skipa fyri einari verkstovu, ið nevnist: “ Writing and developing genre stories”. Talan er bæði um ítøkuligar venjingar, vegleiðing og undirvísing.
Meira er at lesa um vitjanina og verkstovurnar á heimasíðuni hjá filmshúsinum: www.filmshusid.fo.
Filmshúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald