Víðagitna tónaskaldið Stephen Sondheim er deyður, 91 ára gamal.
Hann andaðist brádliga í heimi sínum í amerikanska statinum Connecticut í gjár, dagin eftir, at hann hevði hátíðarhildið Thanksgiving saman við nøkrum vinfólkum, upplýsir sakførari hansara, F. Richard Pappas sambært Ritzau.
Eftir situr maður hansara, Jeffrey Romley. Einki verður sagt um deyðsorsøkina.
Stephen Sondheim hevur m.a. fingið heiðurin fyri at hava kollvelt amerikonsku sangleikamentanina, og hevur hann m.a. skrivað sangirnar til "West Side Story" frá 1957.
Stephen Sondheim hevur á sínari yrkisleið vunnið fleiri virðislønir. Hann hevur m.a. vunnið fleiri Grammy- og Tony-heiðurslønir. Í 2015 varð hann eisini heiðraður við "The Presidential Medal of Freedom" av táverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama. Tað er størsta viðurkenning til sivilfólk í USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald